Tað kvøldið sang og drakk eg onki.
Bert hana mítt eyga tekti.
Eg stardi sum barn, sum unglingi brann.
Men hann sum var við henni tá,
rópti at eg skuldi fara.
rópti at eg skuldi fara.
Gloym tað sum tú sá!
Men hann sum var við henni tá,
var frekur og bar illskap á brá.
So væl eg tað minnist, var ei fullur.
Tá eg gjørdi av at fara har frá,
segði hon: “far ikki nú!”
segði hon: “far ikki nú!”
Tað er jú so tíðliga.
Men hann sum var við henni tá,
tá hann meg hittir, sama brá.
Um heystið tað var, ein samansvørjing -
Ein vinmaður við mær eitt kvøld.
Kúrrir teir bíðaðu, stóðu á rað.
Kúrrir teir bíðaðu, stóðu á rað. -
Átta teir taldust!
Knívin á loft! Eg dráli ei:
Átta í senn - kom bara fleir!
Kom bara lortar! Kom bara lortar!
Ver ikki fyri! Vís tykkum nú!
Eg sló frá mær alt fyri eitt.
Eg sló fyrstu ferð og eg stakk.
Tað var nóg mikið!
Men hann sum var við henni tá,
hann hevði jú kynt undir alt.
Nú var tað jú klárt og greitt álvari í.
Ein leyp á meg aftanífrá.
Valjuska rópti: “Renn avstað!”
Valjuska rópti: “Renn avstað!”
Men tað var ov seint!
Eg bøti fyri teir átta, onki drigið frá.
Á fongsulssjúkrahús leiðin gekk. -
Har loksins eg lá, har loksins eg lá. -
Læknin skar í meg, skák á skák,
segði við meg: “Gevst ikki, bróðir!”
segði við meg: “Gevst ikki, bróðir!”
Og eg gavst ikki.
Hjúnaskilnað fekk eg við brestin.
Hon væntaði meg ei út aftur.
Men hana skilji eg.
Fyrigevi henni.
Men hann sum var við henni tá
Men hann sum var við henni tá
fær av at vita!
Sjálvsagt fær hon fyrigeving.
Men hann sum var við henni tá
Men hann sum var við henni tá
fær ei fyrigeving!
|