Hvar vart tú í seytjan ár?
Á Stóru Vognabreyt!
Hvar fekk tú títt svarta sár?
Á Stóru Vognabreyt!
Hvar fjalir sorgin seg nú?
Á Stóru Vognabreyt!
Hvar sæst ei longur tú?
Á Stóru Vognabreyt!
Steðga, vinur mín, hoyr meg, tú!
Gøtan, tú vaks upp á - hvar er hon nú?
Sama um tú vilt minnast ella lata fara
tann, sum ikki búði har, hevur ei livað -
Hvar vart tú í seytjan ár?
Á Stóru Vognabreyt!
Hvar fekk tú títt svarta sár?
Á Stóru Vognabreyt!
Hvar fjalir sorgin seg nú?
Á Stóru Vognabreyt!
Hvar sæst ei longur tú?
Á Stóru Vognabreyt!
Gøtan, tú vaks upp á, hevur skift navn.
Alt er broytt í landi okkara.
Gøtan er enn hin sama gamla gøtan, tú sá -
tann, sum ikki búði har, hevur ei livað -
Hvar vart tú í seytjan ár?
Á Stóru Vognabreyt!
Hvar fekk tú títt svarta sár?
Á Stóru Vognabreyt!
Hvar fjalir sorgin seg nú?
Á Stóru Vognabreyt!
Hvar sæst ei longur tú?
Á Stóru Vognabreyt!
|