Her krúdraðar granngreinar bogna og danda, og her letur hvør smáfuglur bangin - henda skóg, har tú býrt, hava góðvættrar gandað, men útvegin finnur her ongin. Lat vindin her kirsubertrøunum kína sum pløggum á snórum, lat sýrenirnar dala, sama ger, eg skal føra teg burtur sum mína til eitt slott, har ið sevfloytur spæla! Í túsund ár hava trøllmenn krógvað fyri ljósinum heim tín - og fyri mær - í avbyrging tíni kann frælsi títt grógva, her livdi tú sannførd og sæl. Lat mánan og himmalin klandrast, lat rýma tað døggfall, á blómurnar andar, sama ger, eg skal føra teg burtur sum mína til eitt torn, sum við sjóvarstrond brandar! Vilt tú heilsa mær varliga, kvøða mær blíð? O, gævustund, gandaði dagur! Vit fevnast, so falla vit gjøgnum tey ský, okkar mið er ein rúnaður staður, vit sníkja okkum hagar, hvar ongin fær funnið ei lykil, ei portur - og tú sannar, um tornið var hertikið, slottið var vunnið, er kroysa mín himmalin annar!
© Hanus Kamban. Translation, 2014